Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Liljan uppsagt clearingsavtalu við Fólkaflokkin

Jóhann Lützen

Eftir øllum at døma ætlar Liljan Weihe úr Tjóðveldisflokkinum at verða í tinginum, nú bæði pensiónsaldur og Suðuroyartunnil koma til 3. viðgerð kl. 11

 

Norðlýsið veit frá keldum, at Liljan Weihe hevði gjørt clearingsavtalu við Fólkaflokkin um ikki at verða til staðar í løgtingssalinum í dag tá atkvøðast skal m.a í málunum um Suðuroyartunnil og leingjan av pensiónsaldri. 

Men vælvitandi keldur siga við Norðlýsið, at Liljan er gingin frá hesi avtaluni. 

——

Ein clearingsavtala er avtala har ein tinglimur fyri samgonguna, sum berst frá at verða í tinginum av einhvørji orsøk,  ger eina avtalu við ein tinglim í andstøðuni, um at hesin eisini er burturstadd/ur. Harvið verður lutfallið millum samgongu og andstøðu varveitt tá atkvøðast skal. Hetta er vanlig arbeiðsmannagongd.