Mikukvøldið 2. Juni kl. 18,30-20,00 í miðhøllini á Skúlatrøð, Klaksvík
Lindin ætlar at koma runt til alt landið og kunna um framtíðarvisjónir. Fyrst bjóðar Lindin øllum Guds fólki í Norðuroyggjum og Eysturoynni til eitt kvøld, har fortalt verður um framtíðarvisjónir við Lindini. Somuleiðis fortelja vit um møguleikan at nýta studio í Klaksvík til at gera eina poddvarp-røð. Verið vælkomin.
Skrá:
Suð syngur
Bøn við Jastrid á Dalbø
Preben Hansen fortelur um, at Guds fólk í Eysturoynni og Norðuroyggjum kunnu nýta studio í Klaksvík til at gera sendingar
Anna Lovisa Mýri syngur
Bjørgfinnur Heinesen tosar um ung og Lindin
Atli Rasmussen hevur eitt stutt orð til okkum
Zamar syngur
Jóhannes Miðskarð tosar um møguleikan, at Lindin kann hjálpa við at framleiða poddvarp og at Lindin kann leggja títt ella tykkara poddvarp út á podvarp plattformin “Lindin poddvarp”
Klæmint Eliassen endar við bøn
Síðani er møguleiki at tosa við fólk úr Lindini, um man hevur eitt hugskot til sending, meðan kaffi er at fáa. Eisini er møguleiki at gerast gevari til at fíggja nýtt arbeiði í Lindini til ung.




