Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lindin viðger burðardygd

lindin.fo

Í sendingini verður komið inn á skapanarsøguna og syndafallið og hetta verður síðani sett í samband við burðardyggu heimsmálini hjá ST.

 

Ein tekstur sum Rúni Rasmussen úr Kelduni hevur skrivað verður lisin upp. Samrøða er síðani við Peter Søes, cand. theol. og PhD. Peter Søes heldur, at vit kristnu eiga at arbeiða við burðrardygd, tí vit eru sett at ansa eftir jørðini og tí vit bundin at næstrakærleiksboðnum, har vit eiga at hjálpa teimum, ið líða undir veðurlagsbroytingum.

Peter Søes heldur, at vit eiga at arbeiða allastaðni vit kunnu við burðrardygd: á útbúgvingarstovnum, á arbeiðsplássum, í almennum fyrisitingum, í lógarvaldinum, í feløgum og sum forbrúkarar.

Hann sigur somuleiðis at munurin á okkum og teimum, ið ikki trúgva, er at vit hava vón fyri náttúruni og skapningunum, tí í Jesusi er alt endurskapt. Og hetta byrjar her á jørðini og endar, tá skaparverkið ikki longur er tengt at avleiðingunum av syndafallinum. 

Poddvarp av sendingini kann hoyrast her: https://share.transistor.fm/s/313b5df6?t=8m20s

Harleywoodpaint