Í dag eru 40 ár síðan Linjon Jacobsen, lærari á Timburdeildini hevði sín fyrsta starvsdag á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Flestu norðingar og eysturingar í byggivinnuni munnu kenna Linjon, sum ein sera nærlagdan undirvísara, ið altíð er góður í ráðum.
Áhugin fyri øllum nýggjum í byggivinnuni er stórur, serliga innan KT og ikki minst innan tekning. Við síni breiðu vitan á økinum hevur Linjon verið KT-vegleiðari og skeiðslærari í kunningartøkni.
Skúlin takkar Linjon fyri samstarvið í drúgvu starvstíðini.




