Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

List á Skúlatrøð

klaksvik.fo

Í dag hevði listabólkurin á Skúlatrøð fund við luttøku av Helga Fossadal, sum hevur ráðgivið bólkinum í mun til skipan av arbeiðinum

Ein týðandi partur av byggingini á Skúlatrøð er list. Serligur listabólkur er settur at gera tilmæli um hvussu listarliga úttrykki skal verða á Skúlatrøð. Á fundinum í dag vórðu ymiskir møguleikar umrøddir, hvussu ein kann listprýða bæði uttan- og innanvert.

Eftir fundin varð felags myndatøka av fundarluttakarunum uttanfyri býráðshúsið.

Listabólkurin er mannaður av:
Jóhann Lutzen, formanni í Trivnaðarnevndini Børn & Ung
Signhild V. Johannsen, forkvinnu í Mentanarnevndini
Mildrid á Lógv, skúlastýrisforkvinnu
Vagn Foldbo, skúlastjóra
Eyðbjørn Jacobsen, læraraumboði
Svend Sivertsen, arkitekti
Tonja Ziskason, skrivara