Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Listaframsýning í Gøtu á páskum

Jóhann Lützen

Aftur í ár verður fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina. Fernisering verður páskaaftan kl. 15, og framsýningin er opin fram til og við 2.páskadag

Tey, ið sýna fram, eru borgarar og onnur, sum hava sínar røtur ella sín bústað í Eysturkommunu. Bólkurin av listafólki er støðugur, og tað er gleðiligt at síggja, at ung leggjast afturat. Framsýningin verður sett leygardagin kl.15, og Høgni Lisberg fer at framføra nøkur løg.

 

Listafólkini hesaferð eru:

1.     Annika Zacharia Beell

2.     LUDVIG – Dagmar L. Mouritsen

3.     Jens Klæmint Jacobsen

4.     Bjørg í Djónastovu

5.     Erla Jarnskor Ellingsgaard

6.     Tummas Jákup Thomsen

7.     Lise-Lotte B. Vindelbo

8.     Joy Ann Simonsen

9.     Emely Marnersdóttir

10.  Oluffa Klæmintsdóttir

 

Tey flestu hava sýnt fram áður her í nærumhvørvinum, men onkur kring alt landið og uttanlands við. Framsýningin spennir sera vítt frá náttúru- og djóramyndum í ymiskum stílum, stilleben, keiputekningum  heilt til mixed-media og sci-fi kenda list.

Ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin!
  
 
 
Framsýningin er opin hesar dagarnar um páskirnar

3/4 – páskaaftan      15:00 -20:00    Fernisering

4/4 – páskadagur    15:00 -20:00

5/4 – 2. páskadagur 14:00 -18:00