Lydia Petersen hevur søluframsýning í Varpinum 3. – 7. juni
Talan er um 30 verk, tey flestu akryl málningar og so abstraktar akvarel/mix-media myndir. Lydia er fjølbroytt og málar litrík, skeiv hús, abstrakt, stuttligar damumyndir, og sjálvandi Klaksvíksmyndir.
Ferniseringin verður í kvøld – mánakvøldið 3. juni kl.19.00 í forhøllini í Varpinum
Monika Stauss og Helga Gerðalíð spæla tónleik, og Dávur Winther sigur nøkur orð.
Framsýningin verður annars opin:
Týsdag 4. juni kl. 16 – 19
Mikudag 5. juni kl. 16 – 19
Hósdag 6. juni kl. 16 – 19
Fríggjadag 7. juni kl. 16 – 19






