Leygardagin 26.mai byrjar listaframsýning við Edith Mørkøre í Myndlist í Tórsgøtu 16 í Havn. Við á framsýningini eru akrylmálningar og Aqua/tusch/akryl tekningar.
Edith hevur í nógv ár verði virkin innan listina og hevur havt framsýningar kring landið við jøvnum millumbili, men í 2015 legði hon pensilin á hillina orsakað av ymsum lívsviðurskiftum og hevur hon í trý ár havt ein ”listarligan turk” – sum hon sjálv orðar tað.
Seinasta hálva árið er nú gongd komin á aftur málingina, og henda framsýningin í Myndlist er úrslitið av tí, sum hon hevur arbeitt við í tráan og leitan eftir at kunna fóta sær aftur…
Edith lýsir sjálv tað, hon hevur avrikað til framsýningina soleiðis:
”Tað er ein samanbinding millum tað ”harða, ráa og grova” í mun til tað ”viðbrekna, netta og fína” har eg á løriftið ella á pappírið royni at fanga ”TAД- sum eg ikki eri tilvitað um sjálv, men sum onkursvegna gevur meining…”
Edith finnur sum heild íblástur úr náttúruni, fólkum, tónleiki og viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum. Ofta er tað hendingar, sum hon sjálv ella fólk rundan um hana koma út fyri sum geva íblástur til hennara listarliga arbeiði.
Edith hevur gingið á Háskúla í Rønde, har hon hevði sergrein í list.
Hon hevur áður sýnt fram í:
Smiðjuni í Lítluvík(Tórshavn), Østrøm(Tórshavn), Ribarhús(Fuglafjørður), KøbenhavnsKulturcenter(KBH), Løkshøll(Runavík), Luritz(Odense), Lions(Runavík), Býráðssalinum(Runavík), Glarsmiðjan(Tórshavn),
Norðoyarstevnuframsýningin(Kla ksvík), Lions(Tórshavn), Hotel Hafnia(Tórshavn), Keldan(Skálabotnur), Gallarí Jinx(Tórshavn), SMS(Tórshavn), Eik Bank(Tórshavn), Gamli handilin á Heiðunum(Runavík), Snarskivan(Tórshavn), Gallari Oyggini(Tvøroyri), Savni á Myru(Hov), Lauritz(Kolding), Gallarí Elisabeth(Runavík) og Kaspar(Tórshavn).
Framsýningina í Myndlist hevur hon givið heiti “Litbrigdi lívsins”.
Fernisering verður leygardagin kl. 13.00 til 15.00, og tá er Edith sjálv til staðar og bjóðar ábit. kl. 13.30 spælir framúr góði guitarleikarin David Eriksen tvey løg.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin heldur áfram til og við fríggjadagin 8. juni.
Myndlist hevur opið:
Mán.- Hósdag frá 10.00 -17.30
Fríggjadag frá 10.00 til 18.00 *
Leygardag frá 10.00 til 16.00.
* Fríggjadagin 1.juni er ”Mentunarnáttin” og er framsýningin tá opin heilt til kl. 24.00 og verður eisini okkurt spennandi gjørt burturúr tá.








