Tað er í kvøld kl. 19.30, at Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað í Spinnaríðnum. Tiltakið er alment og ókeypis.
Tónleikur er á skrá við Hamradun, og einum bólki, sum tulkar Pink Floyd.
Dyrnar lata upp kl. 19.30, meðan sjálvt tiltakið byrjar kl. 20.00 Á skánni verða røður, tónleikur og ymsar framførslur, umframt at kaffi við onkrum leskiligum aftur við verður at fáa.
Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein heiðursløn, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráð. Virðislønin er ein gáva á kr. 75.000,-, sum eitt sterkt og virkið vinnulív í býnum saman við býráðnum letur.
Heiðurslønin verður latin til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt hevur skarað framúr.
Undanfarnu virðislønir er latnar til:
2013: Hanus G. Johansen
2014: Edward Fuglø
2015: Eyð Matras
2018: Steintór Rasmussen
2019: ?
– Kom og vita hvør tað er, og gev tú eisini títt heraklapp til viðkomandi?




