Brúkiligur fiskiskapur hjá útróðrarbátunum. Bragd var á søluni í dag við 6.100 pundum, Brandur við 5.200 pundum, Norðsøki við 5.200 pundum, Da,senni við 3.500 pundum. Vit tosaðu umborð á Brand, Janus Sørensen, skipari segði, at tað var lítið av toski, eini 800 pund av fáninginum.
Annars lat Janus væl at at nógvur fuglur var at síggja ímillu 3 og 6 fjórðingar úr landi, teir sóu fleiri flokkar av lomviga upp á 5-6 fuglar, tá teir sigldu ígjøgnum økið. Í dag sóu teir eisini ein stóran hval, helst ein kúlubøka varð mett, so tað letur til at vera nógv æti hjá hvali og fugli.




