Tað sigur Mikkjal á Ryggi í Fuglabókini, sum kom út í 1951. Ikki kann tað sama sigast um skúgvin í dag. Norðlýsið hevur verið ein túr uppi á Svínoynni, har sýnast fleiri hundrað skúgvar at hava góðar dagar.
Vit tríggir, Ásmundur bróður og Hans Hjalti Skaale fingu tyrlumanningina at seta okkum ovast uppi á Svínoynni tætt vestanfyri Hoyskoragjógv við Høvdavatn sunnarlaga á Svínoynni. Ætlanin var at troyta vøtnini á oynni fyri vatnasíl, men meira um tað seinni.
Helst fleiri hundrað pør
Tað var ógvusliga nógvur skúgvur uppi á oynni, vit mettu at har mundu vera fleiri hundrað pør og enn vóru ungarnir ikki útkomnir.
Skaðiligur fyri bjargafuglin
Um skúgvin sigur Mikkjal á Ryggi, millum annað, fyri skjótt 70 árum síðani: Sum kjógvin er eftir ritu, er skúgvurin eftir likku, eltir hana, snittandi og snarandi, inntil hon má spýggja. Men kemur tá ein flokkur av ritum og ternum eftir honum, so má hann skunda sær at flýggja. Og ikki er hann snúligari enn so, at kjógvin tuskar hann av. Úr sjónum fær hann sær seið og sild. Fyri bjargafuglin er hann skaðiligur, helst fyri lundan, tekur bæði egg og fugl…
Nýttu eggini at blaka fyri seyð
Víðari sigur hann fyri 70 árum síðani: Lítið er til av honum. … Áður átti hann nógvu í Føroyum. Søgn er, at í støðum var hann so tættur, at fjallmenn stundum, tá ið um ráddi, nýttu eggini til at blaka fyri seyð. – Í summum bygdum beinskerdu teir ungarnar og tóku teir so – mangar túsund í tali – tá ið teir vóru fullvaksnir og feitir. Men fyri skaðan, hann gjørdi í bjørgunum varð roynt at avoyða hanjn, og tað eydnaðist teimum so, at um ár 1900 vistu teir bara 4 pør vera eftir – í Skúvoy, Stóru Dímun, Svínoy og Saksun. Tá friðlýstu teir hann, og nú er hann væl afturnørdur…
Meira gras
At enda sigur Mikkjal á Ryggi um skúgvin: Tað sigst eisini, at í teimum høgum, sum hann áður átti mestur, skóru teir meiri seyð tá, enn teir skera nú. Har, sum fuglur, ið føðir seg av sjónum, eigur nógvur, verður altíð nógv gras


















































