Støðan er ikki til at halda út her á Stongunum, tað søgdu útróðrarmenn og egnarar við ein munn, tá Norðlýsið vitjaði seinnapartin eftir áheitan úr útróðrarskúrðunum.
Tað hevur leingið verið heilt galið við umstøðunum hjá okkum at fáa vatn úr kránunum. Um fleiri útróðrarskúrar eru virknir samstundis, so er als onki vatn. Men í dag lagrar eitt sindur úr slangunu niðast við kajuna her í skúrinum hjá okkum, men skal onkur annar fáa vatn, so má eg skrúva fyri.
Ringast er á wc-unum, at kalla onki vatn kemur í sisternurnar og harafturat er heilt galið uppi á loftinum, har kaffistovurnar eru, har fæst púrt onki vatn at renna.
Nú tú ert komin her, so sært tú sjálvur, hvussu kaiin sær út, segði ein útróðrarmaður. Dekkið er sjúnkað, soleiðis at vatnið ikki setur av og stórir hyljar við hálvrotnum ella í hvussu so er gravskitnum vatni liggja heim eftir kaiini. Nú onki vatn rennur, ber ikki til at spula kaiina.
Synd at siga at menn vóru blíðir og tað er væl skiljandi. Vit hava ringt og gjørt vart við okkum, men tað hendir púrt onki. – Í býráðshúsinum tosa tey um eina app??? legði ein skemtiliga afturat.













