Viðurskiftini í lághválvinum hava verið støðug nokkso leingi. Ikki nevnivert hevur verið av vindi seinastu vikurnar. Hyggjandi uppeftir hevur loftið tó verið eitt sindur umskiftiligt, alt eftir hvør ættin hevur verið.
Í dag hevur verið eitt lítið lot; vindferðin hevur verið um 3 m/s. Ættum var skiftandi tíðliga í morgun, men síðan tá hevur hann ligið av vestri. Turt hevur verið fyri tað allarmesta og skiftandi skýloft.
Soleiðis fer veðrið eisini at vera restina av degnum í dag, í nátt og fyrrapartin í morgin. Í nátt fer tó at vera ælaveður norðanfyri.
Út á seinnapartin í morgin – ella tíðliga á kvøldi – fer ættin at snara upp í útnyrðing-norðan. Lítil vindur eisini tá, undir 5 m/s.
Eisini høgætt fríggjadagin, dýra biðidag. Tó fer hann at mala úr ymsum ættum eina løtu fyrrapartin.




