Leygardagin 24. juni verður framsýning av amboðum og myndum, ið lýsa torvskurð í Svinoy. Eisini verður farið burtur á heiði at skera torv, og sum siður er, verður eisini ein góður bitið at fáa
Tiltakið Torv í Svinoy er partur av verkætlanini LIVIND, sum er at sýna fram livandi mentanararv. Tjóðsavnið umsitur verkætlanina.
Tiltakið í Svinoy er alment og ókeypis, men tað er neyðugt at tekna seg, við at senda teldupost til: utoyggj@gmail.com ella senda boð á Facebook.




