Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Livandi tilfeingi: Framsýning og søla av føroyskum handverki.

Jóhann Lützen

Í vikuskiftinum, 26. og 27. november, verður skipað fyri afturvendandi vetrartiltakinum, Livandi tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum í Havn.

Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki úr øllum Føroyum. Tey vitjandi kunnu uppliva livandi verkstøð, har tilfar, rávøra og amboð verða víst í verki, og eisini er høvið at keypa staðbundnu vørurnar.

 

Tey, ið luttaka í ár, eru:

 

Alma á Lava

Brikolasj 

Daysi Lagos Joanesarson

Dúvugarðar í Saksun

Elin K. Jacobsen

Erla Matras Jensen

Herborg Torkilsdóttir

Hoyskorsgarður í Svínoy

Joel Coel

Kongsstovan í Haraldssundi

Mary Tindskarð

Maudsa køkshavi

Miðstovugarðurin á Sandi

Minna

Poulina Eliasen

Signabøgarður 

Stakkavík úr Klaksvík

Tari

Uppistova á Trøllanesi

Uttastovugarðurin á Sandi

Útistovugarðurin í Skúgvi

Útistovugarðurin á Trøllanesi 

Æsa Tróndardóttir Frýdal

 

Livandi tilfeingi er opið leygardagin frá 10 til 18 og sunnudag frá 13 til 18.

 

Báðir dagar er møguleiki at keypa sær mat og drekka á staðnum. Í Perluni hevur Kongsstovan í Haraldssundi støkk upp kafé við staðbundnum mati og drekka, og í Reinsarínum hevur Útoyggjafelagið kaffisølu.

 

Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum.

Harleywoodpaint