Í 3. flokki í heimstaðarlæru brúka tey bókina Eiturkoppurin. Hetta er ein bók uttan orð og við nógvum myndum og tekningum, ið geva tankunum lív. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan við práti út frá tí, teir síggja á myndunum, tí teir vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum, foreldrum og øðrum næmingum.
Næmingabókin er skipað í evnum, og nú arbeiða tey við havbotninum og skipum. Tey brúka vindeyguni í floksstovuna at gera eitt umhvørvi, har lívið á havbotninum er sjónligt saman við lívinum á sjónum og á landi.
Tey hava skipað seg í bókar, har tey lita og klippa ymisku skapini, sum skulu prýða vindeyguni. Spennandi verður at síggja, hvussu umhvørvið endaliga fer at síggja út.















