Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívsfrælsi er málið

Rigmor Dam

Javnaðarflokkurin er frælsisflokkurin, har málið er veruligt lívsfrælsi fyri øll menniskju.

Javnaðarflokkurin er frælsisflokkurin, har málið er veruligt lívsfrælsi fyri øll menniskju.

At hvørt einasta barn, sum verður borið í heim, fær frælsi frá fátækt og kúgan í vøggugávu.

At hvør okkara fær møguleika at gagnnýta síni evnir, skapa ein meiningsfullan og tryggan gerandisdag, og gera sínar dreymar til veruleika.

Óansæð upphav. Óansæð umhvørvi. Óansæð, um vit vaksa upp í krás og stás ella í kargari mold.

Um menniskjan ikki sleppur at blóma, droyma og at elska, steðgar samfelagið upp. Ja, allar blómurnar skulu sleppa at spretta, alt annað er lívsspilla – bæði fyri tann einstaka, sum hevur fingið hetta eina lívi her á fold, og fyri samfelagið, sum hevur brúk fyri øllum talentum, øllum hondum, øllum høvdum, øllum hjørtum. Fyri felagsskapinum.

Í løtuni er føroyska vælferðin í vanda

Búskapurin er langt frá handførur.

Ríkidømið verður hvørki umsitið skynsamt ella burðardygt.

Og aldurssamansetingin gongur bara skeiva vegin.

Tíðin er búgvin til at sosial rættvísi kemur ovast á politisku talvuna.

Vit skapa í felag

Tað krevur, at ”eg, meg, mær og míni” hugburðurin, sum sitandi samgonga hevur umboðað, verður skiftur út við sosialt rættvísi og hugburðin um, at ”vit skapa saman”.

Bankastjórin og kassadaman, alarin og pensjónisturin, reiðarin og reinskerarin. Øll hava vit ábyrgd av, at tær Føroyar, sum vit lata upp í hendurnar á børnum okkara, eru javnari, tryggari, grønari og rættvísari enn tær Føroyar, sum vit arvaðu frá foreldrum vára.

Rættvísari Føroyar

Afturvendandi parolan hjá teimum borgarligu er skattalættar til tey ríkastu, privatiseringar og sparingar í vælferðini! Hetta elvir hvørki til størri haldføri í búskapinum, betri trivnað ella meira vælferð.

Tvørturímóti.

Javnaðarflokkurin fer at brúka komandi valskeið til at býta ríkidømið landsins javnari. So einfalt er tað. Við at lata alaran rinda eitt lítið leigugjald fyri framíhjárættin at ala á okkara alra firðum, kunnu vit geva lág og miðalløntum ein skattalætta. Við at selja ein part av fiskatilfeinginum á uppboðið, kunnu vit skapa størri haldføri í búskapin. Við at fáa veruliga kapping í vinnuna, kunnu vit skapa meira og tryggari vælferð. Við at steðga privatari sølu av loyvum, fær fólkið ágóðan av fólksins ogn.

Millum annað soleiðis skapa vit einar javnari og rættvísari Føroyar, ikki bara nú, men eisini í framtíðini.

Fólkið er framtíðin

Men fotreytin fyri framtíðar vælferð er, at her liva fólk í Føroyum. Skeiklaða fólkasamansetingin er helst hin størsta avbjóðingin. Tí mugu vit gera tað meira lokkandi at búgva í Føroyum, serliga fyri ung og barnafamiljur, sum skulu vera við til at mynda og rinda framtíðar vælferðarsamfelag.

At ung fólk tíma at búgva í Føroyum. At tey kunnu nema sær útbúgving, kunnu seta búgv, finna sær ein maka og fáa børn.

Veðrið fáa vit onki gjørt við.

Men í felag kunnu vit skapa einar yngri Føroyar við hópin av mentan, spennandi útbúgvingum, við framúr skúlum til børnini, við lægri kostnaðarstøði, við breiðari bústaðarmarknaði, við meira javnstøðu, við javnrætti millum fólk – og einar Føroyar, har øll børn kunnu droyma stórt, óansæð hvussu tjúkk mappan hjá foreldrunum er.

Hetta er mín dreymur. Og vónandi stuðlar tú mær og Javnaðarflokkinum í at fáa hann framdan í verki á valinum hin 1. september.

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin