Í mai mánað kom fløgan Lívsins Løtur, við Eyðun Jacobsen, á marknaðin. Nú gongur Eyðun nýggjar leiðir og gevur eisini “føguna” út á geyma.
Fløgumaknaðurin broytist og færri og færri ogna sær fløgur. Fleiri hava tí spurt um, at kunna ogna sær tonleikin á geyma. Hetta hevur Eyðun valt at gera nakað við og er fløgan nú komin á geyma. Hetta er, so vítt vit vita, fyrsta tónleikaútgávan á geyma í Føroyum.
Geymin, sum er á stødd við eitt gjaldskort, inniheldur allar 18 sangirnar í mp3 og wav format. Eisini er húsin lagdur í sum pdf fílur.
Geymin fæst ikki á sølustøðum, men bert beinleiðis frá Eyðun Jacobsen og kostar 150,00 kr.



