Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ljós framvið gongugøtuni út í Grøv

Herfrí Sørensen. Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Ein av allar skilabestu íløgunum, sum Klaksvíkar kommuna kann gera til frama fyri trivnað og rørslu, er at seta upp fleiri ljós framvið gongugøtum, har tað í dag er bølamyrkt at ganga, tá einki dagsljós er. Ein tann best umtókta man vera gamla gongugøtan úr Gerðum og út í Grøv, har komandi býráð hóskandi kann byrja, so fólk alt árið kunnu kenna seg trygg við at ganga túrar út í Grøv.

Tað eru nakrar íløgur, sum ikki kosta so øðiliga nógv, men sum allíkavæl gera stóra nyttu og kunnu veita stóra gleði og trivnað til borgararnar í kommununi.

Her á landi kenna vit alt til myrku vetrartíðina, har vit seta prís uppá næstan hvørt einasta ljós, meðan vit gleða okkum til, at sólin fer at hækka aftur á himmalinum. Tí er neyvan ivi um, at gøtuljós teljast millum tann bólkin av íløgum, sum fyri ein avmarkaðan kostnað geva borgarunum stóra gleði, størri tryggleika og betri trivnað.

Vit skulu tí ikki undirmeta týdningin av, at kommunan setur upp og viðlíkaheldur gøtuljós kring um í bæði býi og bygdum. Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin.

Vit kunnu sanniliga eisini gleðast um, at tað er ikki so lítið gjørt fyri at skapa møguleikar fyri rørslu við gerð av gongugøtum, og fleiri av hesum gøtum verða nógv brúktar – serliga um sumrarnar, tá ið tað er ljóst langt út á kvøldarnar og tíðliga um morgnarnar.

Her kann kommunan økja munandi um nyttuvirðið av hesum gongugøtum við at seta upp hóskandi ljós fram við hesum gongugøtum, soleiðis at fólk ta myrku tíðina av árinum kunnu síggja at ganga og kunnu kenna bæði tryggleika og hugna.

Hetta er eitt av málunum, sum eg vil arbeiða fyri, um eg fái møguleikan at halda fram sum býráðslimur eftir komandi býráðsval.

 

Mikladalur, 5. oktober 2020

 

Herfrí Sørensen

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin