Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ljósmøður skulu kunna seta á stovn privatar føðistovur

Tíðindaskriv

Fyrispurningur um privatar føðistovur, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera eina skipan, soleiðis at ljósmøður kunnu seta á stovn privatar føðistovur?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera neyðugar lógarbroytingar at tryggja privatum føðistovum fígging til raksturin, til dømis við at peningurin fylgir barnakonuni?

3. Um landsstýrismaðurin ikki kann veita trygd fyri, at privatar føðistovur kunnu fáa stuðul til raksturin, hevur landsstýrismaðurin so ætlanir um at lata føði-deildirnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsi uppaftur?

Viðmerkingar: Fyri nøkrum árum síðan vórðu føðistovurnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsi niðurlagdar og allar barnakonur í Føroyum skulu nú á Landssjúkrahúsið at eiga.

Tað eru mong, sum ikki eru so fegin um hesa skipan, eitt nú tí barnakonur mugu fara til Havnar í góðari tíð, áðrenn tær skulu eiga.

Tað at eiga børn er tann størsta eydnan hjá einum foreldrum og teirra familju, og vilja tey nærmastu fegin gleðast saman við foreldrunum, tá ið barnið er komið, og vera saman við teimum.

Vit seta øll tryggleikan í hásæti, og tí kunnu vit við vissu siga, at ikki allar barnakonur eru fegnar um galdandi skipan. Vit eru vitandi um, at barnakonur hava átt, áðrenn tær komu á Landssjúkrahúsið. Eisini ósemjan um bygnaðarbroytingar á føðideildini á Lands-sjúkrahúsinum skapti ótryggleika.

Tað átti ikki at verið nøkur faklig forðing fyri at givið eitt privat tilboð til barnakonur.

Tað kundu til dømis verið gjørdar privatar føðistovur í Suðri og Norðoyggjum soleiðis, at barnakonur kunnu velja møguleikan at eiga í teirra egna umhvørvi.

Ljósmøður hava autorisatión at hava sjálvstøðugt virki og eiga rættin at taka móti børnum sambært lóg, sí Anordning nr. 1472 í lóg um autorisatión.

Eisini eru barnakonur tryggjaðar ókeypis ljósmøðrahjálp við barnsburð, sí kongelig anordning nr. 643 í lov om svangerskabshygiejne og fødselshjælp, grein 1 stk 3.

Sum nú er mugu barnakonur, ið vilja eiga á eini privatari føðistovu, gjalda sjálvar. Tað er tó ivasamt, hvussu nógvar barnakonur vilja gjalda fyri hetta, og um tær eru førar fyri tí. Tí heldur spyrjarin, at tað hevði verið mest umráðandi at kannað, um Heilsutrygd kundi goldið hesar útreiðslur. Upphæddin, sum almenna sjúkrahúsverkið nýtir til hvørja barnakonu, kundi verið útgoldin til ta privatu føðistovuna fyri tær barnakonur, ið eiga har.

Hetta verður gjørt í eitt nú Týsklandi har kvinnur, ið eiga heima, fáa ta upphædd, ið spard verður við ikki at nýta tað almenna sjúkrahúsið, útgoldna. Í Danmark eru eisini avtalur í onkrum regiónum, at tað er ókeypis at eiga á privatari føðistovu.

Ein møguleiki er, at kommunurnar í økinum eru við til at fíggja høli og útgerð, á sama hátt sum nú verður gjørt í kommunulæknaskipanini.

Spyrjarin er vitandi um, at Ljósmøðrafelagið hevur sent fyrispurning til Heilsutrygd um hesi viðurskifti, men Heilsutrygd hevur svarað, at tað krevur lógarbroyting at seta eina slíka skipan í verk. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Um landsstýrismaðurin heldur, at tað ikki í løtuni ber til at lóggeva soleiðis, at privatar føðistovur kunnu fáa almennan stuðul til rakstur av peninginum, sum heilsuverkið sparir, tá barnakonur eiga á privatum føðistovum, ætlar lands-stýrismaðurin so at skipa fyri, at føðideildirnar á Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkra-húsi verða latnar uppaftur?

Á Løgtingi, 10. april 2018
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur