Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Loftrúmið heim til Føroya

Fólkaflokkurin

Hvørt ár flúgva umleið 100.000 flogfør í okkara loftrúmi – og tað kostar.

Flogfør gjalda í minstalagi 1.000 kr. fyri at flúgva í okkara loftrúmi. Tað vil siga, at 100 milliónir kr. eru at heinta í flogferðsluni. Men teir pengarnar fáa vit ikki – teir fara í danska ella íslendska statskassan. Tíðin er komin til, at vit fáa loftrúmið og pengarnar heim – og tað ynskir Fólkaflokkurin at slóða fyri á Fólkatingi. Pengarnir kunnu eitt nú nýtast til føroyska veðurstovu, og eisini til at styrkja okkara bjargingartænastur á sjógvi og landi. So vel ein flokk, ið ynskir at føra praktiskan politikk til frama fyri tær á Fólkatingið.

Síggj meira her!

Vel Fólkaflokkin!

Beinir Johannesen, valevni