Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgið mál fekk avgerandi týdning

Jákup Ósá

Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá TB og KÍ spældu javnleik í fyrsta umfarinum í dag.

Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá TB og KÍ spældu javnleik í fyrsta umfarinum í dag.

Tá 50 minuttir vóru spældir var annars einki sum bendi á, at KÍ ikki skuldi fáa øll trý stigini. TB leikarin Albert Adu fekk reytt kort og KÍ var á odda 1-0 og hevði hampuliga gott tak á dystinum. Tá 79 minuttir vóru spældir, fekk so Martin Tausen sítt seinna gula kort og so kundi heimaliðið bara spæla við 9 leikarum seinastu løtuna, tá liðið skuldi fáa eitt mál. Men burturúr ongum endaði bólturin í KÍ málinum, tá ein afturlegging endaði við, at bólturin, sum at síggja til bleiv lagdur eftir jørð, endaði í KÍ málinum, tá bólturin knappliga hoppaði uppum fótin á KÍ málverjanum Meinhardt Joensen. Eitt sjáldsamt mál, sum vit sjáldan síggja í fótbólti.

Í fyrra hálvleiki hevði KÍ greiða yvirvág í dystinum. Liðið skapti eisini 3-4 góðar møguleikar, men sum oftast endaði bólturin yvir málinum og Ivan Stojkovic slapp frá at gera nakra veruliga bjarging. KÍ fekk eitt mál uppá deyðbólt, tá hornaspark frá Tórur Justesen endaði hjá Atla Danielsen, sum skoraði. TB fekk ein stóran møguleika, tá ein leysur ”retur” bóltur frá Meinhardt Joensen endaði hjá TB leikara, men í seinnu royndini bjargaði Meinhardt væl. Sum heild kann sigast um fyrra hálvleik, at KÍ hevði tamarhald á dystinum, men at TB hevði ein stóran møguleika.

Í seinna hálvleiki broyttist leikgongdin. TB leikararnir løgdu meir og meir fyri og vunnu flestu nærdystirnar. Í 56. minutti skifti TB Artur Poulsen inn í álopið og hann fekk eisini avgerandi týdning fyri leikgongdina. Tí hann hevur helst longsta innkastið í føroysku kappingini. Kom eitt TB innkast inni á KÍ hálvuni, so kastaði hann inn í KÍ brotssteigin og av hesum fekk TB ofta lagt trýst á KÍ, tó uttan at koma til heilt stóru møguleikarnar. Júst innkøstum hevði KÍ fyrimun av í fyrra hálvleiki, tá Mayowa Alli fleiri ferðir við longum innkøstum skapti vandastøður í TB brotssteiginum.

Eftir at TB hevði javnað, so royndi KÍ at leggja trýst á. Fleiri vandastøður komu, men sum oftast manglaði tað seinasta til at fáa stóra møguleikan. Teir 9 leikararnir á TB liðnum stríddust fyrimyndarliga og fingu eitt stig sum løn fyri stríðið. Sæð yvir allan dystin, so var javnleikur eisini á einari leið, tí liðini áttu hvør sín hálvleik. Dysturin var merktur av, at tað var fyrsti dystur í landskappingini, tí spælið hekk ikki væl saman hjá báðum liðunum. Vit sóu tó, at TB fer at geva flestu liðum harða mótstøðu í øllum førum á heimavølli, meðan KÍ liðið í verjustøðu sær sterkt út og gevur lítið av stórum møguleikum frá sær.