Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður á trygdarráðstevnu í Týsklandi

Løgmansskrivstovan

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 13. – 15. februar.

 

Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis umframt at hann eisini skal hava fleiri politiskar fundir.

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er triðju ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. 

Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar um trygdar- og verjupolitikk.

Heimurin er í stórari broyting. Heimsskipanin, ið byggir á altjóða lóg og samstarv, er um at fara fyri skeytið. Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at vit møtast og tosa við okkara samsintu í NATO um trygdar- og verjumál. Hóast nógv er hent síðan somu ráðstevnu í fjør, er leikluturin hjá okkum í stóran mun tann sami – nevniliga at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi.”: Aksel V. Johannesen, løgmaður