Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi

Løgmansskrivstovan

Í dag var løgmaður, Beinir Johannesen, á vitjan hjá Føroya Politi at hoyra nærri um arbeiðið at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.

 

– Hetta hevur høga raðfesting hjá samgonguni, og vit fara beinanvegin í gongd við nøkur ítøkilig átøk. Føroya Politi er ein partur av hesum, men vit mugu hava øll við. Hetta er ikki bara eitt samgongumál, men eitt samfelagsmál, sigur løgmaður.