So gekk tað ikki longur. Eftir áhaldandi atfinningarnar úr nærum øllum rætningum treiv Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at enda í egnan barm og gekk við til at seta eina skipan við Corona-passi í gildi. Hon kemur í gildi leygardagin, tá tey núverandi tilmælini ganga út, og kemur m.a. at vera galdandi fyri matstovur, náttarlív, hárfríðkan og tiltøk við fleiri enn 100, men færri enn 150 luttakarum.
“Vit mugu ikki gera mun á fólki”, hevur ljómað úr Tinganesi í drúgva tíð, hóast fólkaviljin hevur talað sítt týðiliga mál. Og nú fekk pípan so annað ljóð, tá løgmaður trein fram á skíggjan í Degi og viku í kvøld.
Listin av teimum, ið hava funnist at løgmanni fyri ikki at taka hesa avgerðina fyrr, er øgiliga langur, men fevnir m.a. um Vinnuhúsið, Føroya Pedagogfelag, Johan Dahl, Unga Sambandið, 11 skeinkistøð í Tórshavn, 2 skeinkistøð í Klaksvík og eitt ótal av viðmerkjarum á sosialu miðlunum. Og áðrenn tað loksins bleiv til egg heldur enn unga, mátti løgmaður síggja seg yvirhálaðan av Farsóttarnevndini við bæði landslæknanum og fútanum í, Varðanum, Varðanum Pelagic og náttarlívinum í Havn og Klaksvík. Hesi innførdu øll Corona-pass av sínum eintingum, áðrenn løgmaður kom so langt.
Nú hendi tað so, sum so mong hava eftirspurt, dagin eftir at Mette Frederiksen innførdi tað sama í Danmark. Skipanin virkar á tann hátt, at smittutølini verða býtt sundur í grøn, gul og reyð, svarandi til litirnar á einum ferðsluljósi. Tá smittutølini eru undir eitt ávíst miðaltal pr. dag pr. viku, verður liturin skiftur. Færri enn 15 smittað pr. dag pr. viku ger Føroyar grønar, og tá kunnu vit liva nøkulunda sum vant.
Eru fleiri enn 15 smittað, men færri enn 75 smittað pr. dag pr. viku, so gerast Føroyar gular, og tað kemur Corona-passið í nýtslu. Hetta skal m.a. vísast til matstovur, hárfríðkanarstovur, náttarlívið og til tiltøk við fleiri enn 100, men færri enn 150 luttakarum. Hetta er støðan í dag, men gomlu tilmælini eru galdandi til og við fríggjadagin, og sostatt tekur Corona-passið við fyrstu ferð leygardagin.
Kemur smittutalið upp um 75 smittað pr. dag pr. viku, so gerast Føroyar reyðar, og tá er tað, at vit koma í eina sokallaða “lockdown”-støðu. Tá verða fólk send heim til hús at arbeiða, skúlanæmingar somuleiðis, dagstovnar lata aftur, frítíðarvirksemi verður avlýst og bert millum 5-10 fólk (familjur) kunnu tá savnast.
Umframt hetta mælti løgmaður til, at fólk hava negativa test frammanundan jólafrokostum, og at kanningarnar verða endurinnførdar við landamørkini. Ein onnur broyting er, at testirnar einans eru galdandi í 48 tímar og ikki í 72 tímar sum higartil. Ein ósvaraður spurningur er framvegis, hvussu tey, ið hava havt Covid-19, men sum enn ikki eru koppsett, skulu bera seg at. Sum nú er, megnar føroyska Corona-passið ikki at vísa, at viðkomandi hevur verið smittaður áður.
Eftir ætlan skuldi tíðindafundur vera um hesi viðurskifti í morgin, mikudagin, men tíðindafundurin er avlýstur, og sostatt ber heldur ikki til at fáa svar uppá ósvaraðu spurningarnar enn.




