Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgmaður: Enn hava vit eina samgongu

Jóhann Lützen

Løgmaður sigur seg ikki vitað annað enn, at vit framvegis hava eina virkisføra samgongu. Men viðgongur, at støðan kann broytast.

Løgmaður avsannar, at hann skal hava forðað Kaj Leo Johannesen í at fara í tingið, men sum tað spældi av, var tað heldur ikki neyðugt. Løgmaður fríttstillaði fyrr í dag tingfólk til at atkvøða eftir egnari sannføring í málinum, og tað gjørdi, at Erhard Joensen kundi atkvøða fyri málinum um at javnseta samkynd við hinskynd.

Eisini Johan Dahl atkvøddi fyri, umframt at Rósa Samuelsen atkvøddi blankt. Løgmaður sigur, at komandi dagarnir fara at vísa, um samgongan kortini heldur fram.

Harleyfacadeacryl