KVF áttu av røttum at koma við eini umbering til føroyafólk fyri at hava brúkt orð løgmanns at spinna eina søgu.
Mikudagin fyrrapartin eru ófráboðaðir fyrispurningar í løgtinginum. Undir orðaskifinum kemur løgmaður inn á landsbankan, har hann vísti aftur at samgongan ætlaði at minka um landsbankan, men ístaðin fyri hevði politiskar ætlanir um at geva bankanum “enn meira innihald”.
Løgmaður, svarar provokerandi og áhaldandi ákærum frá formanninum í javnaðarflokkinum, um at Sambandsflokkurin rennur ørindi fyri Fólkaflokkin, og greiður í stuttum frá virkseminum og innihaldinum í Landsbanka Føroya. Tveir dagar seinri var kjaki millum Aksel og Bárð víst í Degi og Viku og klipt soleiðis at hyggjarin far tað fatan at løgmaður heldur, at góðu starvsfólkini á stovninum eru ónyttur, sum sita og trilla tumlar.
Hetta er als ikki tað sum løgmaður segði í tinginum hendan dagin og álíkavæl hevur tað eydnast Kringvarpið Føroya at skapa øsing millum starvsfólki á stovnium og fakfeløgunum ið varða av viðkomandi stovnið.
Talan er í besta fallið um eitt áhaldandi og afturvendandi politiskt kjak har ávísur flokkur hevur gjørt navnið á stovninum til eitt hjártamál. Hóast Føroyingar ongan veruligan landsbanka hava eru tað sterkar politiskar kreftir sum vilja varðveita navnið, sum als ikki er sambæruligt við innihaldi og arbeiði stovnsins.
Tað eru nóg orð søgd um Landsbanka Føroya og m.a. hevur fyrrverandi bankastjórin og umboðsmaðurin fyri Fíggjarligt Støðufesti, sagt sína hugsan um føroyska “Landsbankan” har hann eins og løgmaður vísti á at navnið als ikki er í tráð við innihaldi og virksemi hjá hesum stovni.
At KVF spinnur starvsfólkini á umrødda stovni upp í politiska orðaskiftið er fullkomuliga burtur við.
Her er ein leinkja til orðaskiftið í løgtingum har løgmaður viðgerð Landsbankan.
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9507
Spola fram til 19:30 og hoyr orðini sum fullu undir orðaskiftinum.




