Fólk eystan Múla mugu brynja seg við toli, tí samgongan ætlar ikki at framskundað byggingina av tunlum norður um Fjall, hóast samgongulimirnir í Norðoyggjum hava sagt øðrvísi
Hetta segði løgmaður um tunlarnar Norður um Fjall:
Men samferðslukervið er slitið. Tørvur er á nógvum nýggjum tunlum. Tað má tó ikki vera soleiðis, at um vit ikki fáa fyrst, so skal eingin hava. Allir skulu gerast. Fyrst Hvalbiartunnilin, síðani tunlarnir norður um Fjall og síðani hinir. Hetta skal tó gerast við skili, og vit kunnu ikki gera allar í senn. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at skapa møguleikar og styrkja bondini millum oyggjarnar og ymsu økini. Tað verður skjótt at koyra úr Húsavík til Haraldsunds.
Hetta sigur so mikið sum at royndirnar hjá landsstýrinum í summarferiuni at finna loysnir at framskunda tunlarnar norður um Fjall er miseydnað. Løgmaður boðaði annars frá fyrr í summar, at hann ætlaði at fáa eina semju í samgonguni um eina loysn, men tað verður nú av ongum.



