Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgmaður í 2017: Landsstýrismálanevndin má fylgja løgfrøðiligu ráðgevingini

Jóhann Lützen

“Eftir mínum tykki taka andstøðulimir í landsstýrismálanevndini politisk atlit og ikki løgfrøðilig atlit. Mín greiða fatan er, at tað máar grundarlagið undan landsstýrismálanevndini, at hon ikki fylgir løgfrøðiligu ráðgevingini, tá ið hennara kjarnuuppgáva er at hava rættarliga eftirlitið við løgmanni og landsstýrisfólkum”, segði Aksel V. Johannesen í 2017, meðan hann var løgmaður

 

Málið snúði seg um, at Aksel V. Johannsesen løgmaður var kærdur av Bill Justinussen viðvíkjandi § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini. 

Løgmaður gjørdi í samband við kæruna omanfyrinevndu viðmerkingar til fyribils niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini. 

Málið kann lesast her. 

Í samband við hansara viðmerkingar gjørdi kringvarpið eina samrøðu við løgmann, ið hoyrist her.