Bjørn á Heygum: Ikki greitt um hvørt Løgmaður ella landsstýriskvinnan hevur ábyrgd av ovurnýtsluni
Tað er greitt at tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, sum hevur ábyrgd av Glasir, men tað er Landsverk sum er byggiharri og tí eisini hevur ábyrd av fíggjarstýringini í samband við byggingina. Landsverk liggur undir Samferðslumálaráðnum, sum Løgmaður nú umsitur.
Tí er tað ikki líkatil at avgerða hvør situr við ábyrgd av ovurnýtsluni, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum m.a. var við til at smíðjað stýrisskipanina.



