Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður má traðka í karakter

Hjalmar Benjaminsson

Hvat ger Løgmaður, nú pengar eru brúktir í heimildarloysi ?

Mong undraðust tá Heðin Mortensen, landstýrismaður í samferðslumálum, í mars keypti “Alpha Pilot” uttan samtykki frá Løgtinginum. Hann segði tá, at Strandferðslan hevði nokk av pengum til hesa íløgu og rakstur, so hetta kom tí ikki at ávirka raksturin hjá stovninum.

Stovnurin boðaði fyrr í hesi vikuni frá, at neyðugt er við sparingum fyri at játtanin skal halda, tí kann staðfestast, at Landsstýrismaðurin hevur brúkt pening í heimildarloysi, pengar sum ikki vóru til.

Virðingin fyri pengum er vekk

Henda samgongan hevur frá fyrsta degi verið leys á pengunum og peninganýtslan hevur sjáldan sæð sín líka í føroyskari søgu, útreiðslur landskassans eru spolaðar uppeftir, snildir eru brúktar fyri at fjala veruleikan, og tað er meir reglan enn undantakið, at kostnaðarmetingin verður sprongd við tvey-siffraðum mió. upphæddum.

Hóast ovurstóru peninganýtsluna, manglar í allastaðni, hetta er beinleiðis avleiðing av vantandi virðingini fyri pengum.

Tá ovasta leiðslan ikki tekur ábyrgd fyri sínum gerðum, smittar tað allan vegin niður gjøgnum systemi, ábyrgdarloysi fær fastatøkur og almenna skipanina missir tamarhaldið á sær sjálvum.

Hetta má steðgast, heldur nú enn seinni.

Bárður S. Nielsen

Formaður í Sambandsflokkinum