Løgmaður hevur nú sent nógv umrødda Phøenix-málið til løgregluna
Málið um mistu skattakrónurnar hjá Klaksvíkar Kommunu í týska íløgufelagnum Phønix Kapitaldienst er nú endað hjá politinum.
Í vár gjørdi løgmansskrivstovan eina løgfrøðiliga niðurstøðu í málinum, sum síðani varð sent Klaksvíkar Kommunu til ummælis.
Eftir hetta var fundur millum Løgmann og Klaksvíkar Kommunu har tað kom fram at kommunan ikki var samd í løgfrøðiligu niðurstøðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
Løgmaður tikið støðu
Málið hevur so ligið á borðinum hjá løgmanni og í seinastu viku kom hann so til tað niðurstøðu at málið skuldi sendast løgregluni til kanningar.
– Sum málið stendur hevði eg einki val. Løgfrøðiliga ráðgevingin sigur greitt at íløgurnar í Phønix vóru gjørdar uttan lógarheimild.
– Við slíkum løgfrøðiligum tilmælum kann eg sum løgmaður einki annað gera enn at lata fútanum málið.
– Persónliga eri eg glaður, um niðurstøðan hjá fútanum verður at grundarlag ikki er fyri at reisa ákærur í málinum, men annars havi eg ikki meira at viðmerkja




