Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður vitjað vesturi í Vágum

Tíðindaskriv

Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í vár vitjaði løgmaður Suðuroynna,  og í gjár gekk leiðin vestur í Vágar. Endamálið við túrinum er hitta fólk í øllum aldursbólkum og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

 

 

Blíðskapur og góð prát

Dagurin byrjaði við morgunmati saman við borgarstjórunum í oynni. Næst á skrá var virkisvitjan í Vága Floghavn, spurnartími saman við skúlabørnum, ferðavinnuprát í Bø og virkisvitjan á Hiddenfjord. Dagurin endaði saman við búfólki og starvsfólki á ellisheiminum á Sýnini. 

Løgmaður takkar fyri stóran blíðskap, áhugaverd kjak og týdningarmikil prát.  

Tað hevur týdning fyri meg at koma út í ymisku økini í Føroyum at práta við fólk. Hetta gevur mær møguleika at hoyra um tær góðu søgurnar, møguleikar fyri framman og avbjóðingar, ið fylla hjá fólki, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Harleywoodpaint