Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Løgmaður vitjaði redaktiónina

Jóhann Lützen

Javnaðarflokkurin hevur verið á sjarmuferð í Klaksvík í dag

 

Fyrst varð vitjað í Varpinum har Annfinnur Heinesen, stjóri tók ímóti og greiddi frá um nýggju mentanarperluna í Klaksvík. 

Síðani greiddi Theresa T. Kreutzmann frá um nýggju ferðavinnustrategiina hjá Visit North. Javnaðarflokkurin vitjaði eisini formannin í meginfelagnum útróðrarmanna Finnbjørn Vang, til eitt prát um avbjóðingarnar hjá útróðrarvinnuni. 

Alexandra á Dul og Súsanna Olsen tóku í móti á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har serliga varð tosað um Gula húsið og nýggja MR Skannarin. 

At enda vitjaði umboðini fyri Javnaðarflokkin redaktiónina á Norðlýsinum. Stjórin greiddi frá virkseminum síðani yvirtøkuna herfyri og umrøddi støðuna hjá privatu miðlunum í Føroyum.

Harleywoodpaint