Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgreglan fáorðað um hending í Leirvík

Jóhann Lützen

Tamarhald fekst skjótt á støðuni, og hendingin var av tíðliga í morgun, sigur løgreglan í stuttum tíðindaskrivi til miðlarnar

Løgreglan hevur júst sent út tíðindaskriv, sum ljóðar soleiðis. 

Føroya Politi fær nógvar spurningar frá fjølmiðlunum um, hví so nógvir politistar vóru til staðar í Leirvík í gjárkvøldið og í nátt. Tað einasta, politiið kann upplýsa í hesum málinum, er, at hetta var í sambandi við eina fráboðan, sum politiið fekk í gjárkvøldið kl. 2038.Tamarhald fekst skjótt á støðuni, og hendingin var av tíðliga í morgun. Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum til málið.