Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsformaðurin: Vit avlýsa løgtingsfundirnar næstu 14 dagarnar

Jóhann Lützen

Løgtingtið verður sent heim í tvær vikur, gott tað, segði Løgtingsformaðurin júst nú

Formansskapurin hevur umrøtt støðuna við Corona smittuvandanum og hevur gjørt av at avlýsa allar løgtingsfundir komandi tvær vikurnar. Hetta verður gjørt í samráð við heilsumyndugleikarnar. 

Vit gera hetta fyrst og fremst fyri at verja okkara gomlu, sjúku og veiku. Tað er tí vit seta slík tiltøk í verk, segði Jógvan á Lakjuni. 

At enda bað løgtingsformaðurin øll løgtingsfólk um at ansa væl uppá hvønnannan og ynskti síðani øllum Guðs signing.