Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgtingsmaður fyri Framsókn: Kringvarpið skal revsast fyri krittiska viðgerð av mínari damu

Jóhann Lützen

Boðskapurin er ikki til at fara skeivur av – kritiskir miðlar eru ikki av tí góða. men løgtingslimurin hevur síðani slettað sínar hugsanir

Tað var í gjár, at Norðlýsið bar tíðindini um kvinnustríðið, ið hevur tikið seg upp í Javnaðarflokkinum. Eitt kvinnuligt valevni slapp ikki at stilla upp fyri einari aðrari, har floksleiðslan vísti til innanhýsis lógir, sum tað eftirfylgjandi hevur víst seg, ikki verða fylgdar. Síðani tók KVT tráðin upp í tíðindunum kl. 18.00. 

Hetta hevur fingið Bjarna K. Petersen, løgtingslim at blanda seg í málið. 

Løgtingslimurin hjá Framsókn er sjeikur hjá tí uppstillaðu fyri Javnaðarflokkinum og á kjaktráði, hjá unnustu hansara á facebook, gjørdi hann greitt at “vit hava tørv á einum miðlapolitikki, nú tá Kringvarpið byrjar at líkjast Ekstra Bladet”. 

At løgtingslimir vilja revsa miðlarnar fyri at gera sítt arbeiði, minnir okkum á tilstandir í londum vit ikki vilja samanberast við. 

Síðaini er posturin eftir øllum at døma slettaður og spurningurin er so um løgtingslimurin hevur broytt hugsan ella um hann vil fjala sína hugsan fyri veljarunum.