Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgtingsstjórin um frágreiðing hjá kanningarstjóra: Tíðindafundur hósdagin kl. 11

John William Joensen

Stjórin á løgtingsskrivstovuni sigur nú at formansskapur løtingsins fær frágreiðingina hjá Kristinu Samuelsen Kanningarstjóra, handaða kl. 09 hósmorgunin. Tíðindafundur verðu síðani kl. 11 hósdagin.

kl. 12:00

—–

Í dag kl.09:

Hóast tríggir dagar eru farnir síðan kanningarstjórin hjá løgtinginum fríggjadagin boðaði frá, at kanningin var tøk at verða handað formannskapinum í løgtinginum, væntar løgtingsformaðurin at almenningurin má bíða fýra dagar til kanningin verður almenn.

– Formansskapurin hevur ikki enn sæð niðurstøðuna hjá Kanningarstjóranum, og eftir ætlan verður fyrst ein framløga fyri formansskapinum í løgtinginum. Síðani er ætlanin at hava ein tíðindafund hósdagin, sigur formaðurin sum samstundis væntar at løgtingið ferð í summarfrí týskvøldi.

Sostatt verður tingið ikki saman tá frágreiðingin verður latin løgtinginum og tingið kemur ikki saman aftur fyrr enn á Ólavsøku. Í samrøðu við Norðlýsið segði kanningarstjórin, Kristina Samuelsen, annars, at hon hevði lagt stóran dent á at fáa kanningina lidna í hesari tingsetuni.