Í sambandi við, at nýtt flygel er keypt til Løkshøll, var konsert hildin seinnapartin, har fleiri tónleikarar royndu nýggja ljóðførið.
Løkshøll var um fullsett í kvøld, tá ið kendastu klaverleikarar settust við nýggja flyglið, kommunan hevur keypt til høllina. Tey hava eitt nú avtalu við Føroya Symfoniorkestur um at leggja at landi í Runavík regluliga.
Borgarstjórin greiddi frá tilgongdin um at fáa til vega nýtt flygel, eitt Steinway & Sons B-211 – fyri kr. 994.973,25 – við keypi, ferðaútreiðslum, flutningi og meirvirðisgjaldi.
Síðani legði Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri sannførandi afturat: ”Ein býur við virðing fyri sær sjálvum, má eiga eitt flygel frá Steinway & Sons”.
Tey fóru til Hamburg saman við Jóhannes Andreasen, klaverleikara, har ein floti av flyglum varð drigin fram á gólvið. Síðani slapp Jóhannes at spæla uppá, legði eitt lok fyri og annað eftir afturáaftur, sum merki: ”Tað skal ikki verða hetta flyglið”! – Hetta til bert tvey vóru eftir.
Tá gekk ein løta at spæla uppá tað eina og so hitt, til hann einaferð segði: ”Hetta verður tað”!
Og í kvøld fingu vit so ljómin og rómin av hesum frálíka flygli við drúgvari skrá niðanfyri.
Tá ið spæliframløgan var liðug, vildu nógvir av gestunum eisini sleppa at royna flyglið. Jú, teir vóru nøgdir, eitt sindur misunniligir, men glaðir Løkshøll´sa vegna!
Í Varpinum í Klaksvík verður dyrgt eftir einum konsert flygli frá Steinway & Sons – eitt D-274, ið er nakað størri, sum í kostnaði liggur um 2 mill. Tað sigst, at einki flygel frá Steinway & Sons er í Norðoyggjum.
Fyribils er eydnast at útvega kr. 500.000,- sum stuðul til eitt flygel til Varpið, so nakað er eftir á mál.
Onkur helt fyri, hví eitt so flott og kostnaðarmikið flygel skal standa í Varpinum? Tá hevur svarið onkuntíð verið, ”Um tú fekst ein nýggjan línubát fyri 70 mill, sum ikki hevði eitt spæl, so hevði tú ikki verið nøgdur”?
Skráin
Vælkomin Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur nøkur orð
Mattias Kapnas & Jóhannes Andreasen Ungarskur dansur nr. 1 í g-moll, Allegro molto, Johannes Brahms
Jóhannes Andreasen, klaverleikari, sigur nøkur orð
Mattias Kapnas & Jóhannes Andreasen á Steinway og Yamaha 1. Sats úr Mozart sonata í C-dur K 545
Mattias Kapnas Ælaveður, Paula í Sandagerði
Rita Ljósheim La danse de Puck, Prélude no. 11, Claude Debussy Minstrels, Prélude no. 12, Claude Debussy
Jóannes S. Hansen Góðan morgun lítla land, lag: Carsten Johs. Mørch Nú farast allar rósur, lag: Jógvan á Lakjuni Góðska Guðs, lag: William Rowlands
Jóhannes Andreasen Scherzo nr. 2 b-moll, opus 31 eftir Frederyk Chopin
Jórun Pólsdóttir Det begynner å bli et liv, orð og lag: Ole Paus
Góða mín, orð og lag: Jórun Pólsdóttir
Jákup Tórgarð Polka Dots & Moonbeams, Jimmy van Heusen
Mattias Kapnas & Jóhannes Andreasen Ungarskur dansur nr. 5 í fiss-moll, Allegro – Vivace, Johannes Brahms






























