Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Lomvigin og ritan á Kalsvík

Oliver Joensen

Hóast vit hava hoyrt nógv um minking av okkara fuglameingi seinastu árini, so kunnu vit valla siga annað enn, at vend sýnist vera komin í, í hvussu so er tá ið um svartfuglin ræður, í Norðoyggjum. Vit hava sæð, at seinastu vetrarnar hava veiðumenn fingið meira av sjófugli enn teir gjørdu fyri fáum árum síðani tá tað snýr seg um álku og lomviga.

Lundin sýnist eisini meira og meira at taka við landinum um várarnar, tí tað frættist, at menn so smátt eru farnir aftur at fáa sær eitt kók við stongini.

26. mei í ár, vóru vit tríggir, Ásmundur, Jóhan David og undirritaði ein túr á Kalsvík. Ikki var sørt av lomviga at síggja í rókunum, hóast liggjandi høgætt og kalt hevur verið líka til í dag, tá lágættin kom við nakað av líðku. Sagt verður, at lundin verpur umkring 5. juni og lomvigin nakrar dagar áðrenn, so kanska var verpingin ikki rættuliga komin í gongd hendan dagin vit hugnaðu okkum undir rókunum á Kalsvík.

Tað er ein frægd fyri eygað at síggja at lív er í fuglaberginum. Helst ber tað eisini boð um, at føðin til fuglin eisini er í havinum kring um okkum.

Útróðrarmenn hava tosað um, at sera nógvur sjófuglur hevur verið at sæð á leið ímillum seks og tríggjar fjórðingar úr landi í vár, so helst boðar hetta eisini frá at fuglurin er á veg aftur í okkara føgru klettar.

Niðanfyri nakrar myndir av Kalsvík.