28 ára gamli Simen R. Sandmæl úr Noregi skal á fyrsta sinni royna seg uttanlands.
Norska heimasíðan Innherred hevur í sínum síðsta podgasti longri samrøðu við nýggja KÍ leikaran.
Hann kemur inná, hví hann hevur valt at skifta til KÍ. Hann greiðir m.a. frá, at fyrrverandi liðfelagin í Levanger, Kaj Leo í Bartalsstovu, hevði sera gott at bera KÍ og Klaksvík. Hann kemur eisini inná málsetningar og aðrar umstøður kring sín sáttmála. Hoyr samrøðuna niðanfyri.


