Leygardagin 18. august verður stóra familjutiltakið Føroya Sjómannadagur í Klaksvík. Eins og undanfarin ár verður opið hús á Looknort í Klaksvík, sum arbeiðir við at menna vørur úr plasttilfari. Har kunnu fólk upplivað serligu framleiðsluna á virkinum og vitjað stóru SjóCaféina við livandi tónleiki.
Vit vóru á vitjan hjá Looknorth har stjórin, Árni Skaale, greiddi frá at tey nú vóru í ferð við fyrireikingarnar til ársins sjómannadag.
– Í ár hava vit sett okkum fyri at framleiða smáar leypar, sum ferðafólk og onnur kunnu keypa at hava til pynt, ella at brúka til annað, sum t.d. urtapottar, íløt o.s.fr.
– Hugskotið til at gera leypin kom upprunaliga frá eini matstovu, ið ætlaði at brúka leypin til at servera mat í.
– Tey skuldu brúka leyparnar í skundi, men tað bar ikki til hjá okkum og tí datt hetta niður fyri. Men vit valdu at halda fast við hugskotið og hava hetta seinasta árið arbeitt víðari við hugskotinum.
– Tað vísir seg nevniliga at føroyski leypurin er meira serføroyskur enn vit geva okkum fær um. M.a. finnur tú sera fáar myndir av leypum á alnótini og teir leyparnir, sum finnast har líkjast ikki serliga sniðnum, sum vit vanliga síggja í Føroyum.
– Vit hava brúkt ein serligan leyp, sum svigerfar hjá mær, Olaf á Grønastøð sáli, hevur gjørt, sum fyrimynd.
– Tað tekur vanliga umleið hálvt ár at framleiða formar til sjálva plast framleiðsluna hjá okkum, og í løtuni siti eg við tí endaliga modellinum. Eg má venda honum nakrar ferðir áðrenn eg seinri í dag góðkenni leypin endaliga. Formurin verður framleiddur hjá serligum framleiðara í Kina, og hvørjaferð vit skullu framleiða ein nýggjan form er tað ein drúgv prosess við nógvum samskifti millum okkum, kundan og framleiðaran í Kina.
– Í løtuni arbeiða vit við at velja tilfar, sum sjálvur leypurin skal framleiðast úr á Sjómannadegnum.
– Vit hava sett nøkur krøv til leypin, m.a. skal tilfari verða mætvørugóðkent og tola uppvask. Her eru sjálvandi nógvir møguleikar og eg kann nevna at vit í løtuni kanna tilfar, sum er framleitt úr skæli frá kokusnøtum.
– Men prísurin hevur sjálvandi stóran týdning, og endaliga vøran skal helst líkjast føroyska leypinum so nógv sum gjørligt.
– Tá leypurin er liðugt gjørdur verður ein serligur fetil gjørdur, men tað fara vit at avdúka á Sjómannadegnum hvussu hann verður gjørdur.





