Looknorth P/F er fyritøka í Klaksvík, sum framleiðir vørur úr plasti og søkja vit nú eftir fyrsta føroyska lærlinginum til plastsmið.
Danska heitið fyri útbúgvingina, sum plastsmiður, er “Plastmager”. Talan er um eina handverkaraútbúgving, sum tekur 4-4½ ár. Av hesum 4 árunum eru 55 vikur skúlagongd á “Den Jydske Håndværkerskole” í Hadsten, norðanfyri Århus.
Útbúgvingin er júst góðtikin av myndugleikunum, og verður hetta sostætt fyrsti føroyski plastsmiðurin.
Endamálið við at útbúgva fólk til okkara framleiðslu er at gera okkum meira før fyri at menna fyritøkuna, og taka við avbjóðingum í famtíðini. Looknorth hevur í sínum stavnhaldið ásett at menna og seta í framleiðslu minst 4 nýggjar vørur árliga.
Vit ynskja okkum ein lærling, sum er sjálvstøðugur, framfýsin og hugaður at taka lut í øllum arbeiði á virkinum.
Umsóknir og spurningar kunnu sendast til:
Árna Skaale á arni@looknorth.fo
Í høvuðsheitum eru tvey sløg av framleiðslu á Looknorth: Ein skúmplastframleiðsla, har vørur sum kassar, bjálving, flot o.a. verður framleitt, og ein harðplastframleiðsla, har vørur úr nógvum ymiskum tilfari verða framleiddar. Harðplastframleiðslan umfatar vørur so sum, gonguristir til aliringar, bússningar, splittur til læsing av eygaboltum og m.a.
Looknorth P/F
Faktorvegur 23
Postsmoga 85
FO-710 Klaksvík
Føroyar
Tel.: +298 45 81 00




