Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Losjan Støt Viljen 100 ár

John William Joensen

Hósdagin verður løgd fram bókin um losjuna »Støt Viljen« í Havn.

Talan er um bókaverk á 375 síður, sum lýsir søguna hjá Losjuni í Havn, sum varð stovnað hin 1. mai í 1902.

Losjan Støt Viljen er av teimum flestu kend undir felagsheitinum NIOGT. Í bókini verða eisini losjurnar og ungmannadeildinar annars kring oyggjarnar lýstar.
 
Rættuliga neyvt lýsir bókin partar av siðsøgu okkara og innlit í felgaslív, sum tað var í øldini farnu í tíðarbilum, tá samfelagið var rættuliga lítið øðrvísi, enn tað hevði verið í øldir – serliga ferðalíkindi, samband millum bygdir og oyggjar.
 
Greitt verður frá stovnaranum, Laurits Henriksen og tí risaarebiði, sum hann legði í losjuna tey fyrstu árini. Dentur verður eisini lagdur á at lýsa, hvussu fólkaatkvøðan í 1907 fekst í lag, og hvat losjan gjørdi fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt burtur úr henni. Væl varð arbeitt, tí fólkaatkvøðan endaði við, at Føroya fólk við stórum meiriluta samtykti at banna rúsdrekkasølu í landinum. Síðani hevur ættarlið eftir ættarlið verið virkið í losjuni í Havn alla síðstu øld.
 
Í 1936 varð Ungmannadeildin hjá losjuni Støt Viljen sett á stovn, og við henni gjørdist losjan eitt tað virknaðasta felagið í Havn í útvið tríati ár. Í sekstiárunum bygdi losjan ein nýggjan bygning á Tinghúsvegnum, og hesa somu tíðina vann føroyska goodtemplararørslan sær pláss millum aðrar í altjóða samstarvi.
 
Í 1973 keypti losjan Uppistovu, sum gjørdist eitt vældámt stað hjá bæði børnum, ungum og gomlum í sjeyti- og áttatiárunum.
 
Hetta eru alt partar av hesi lýsing av fyrstu 100 árunum hjá losjuni Støt Viljen.
 
Stórt tal av myndum lýsa viðurskifti, sum tey tá vóru.
 
Skrá yvir kunninganotur, keldur, navnalisti, listi yvir myndaánarar er viðskeri, ið ger bókina áhugaverda, eisini sum gott hjárit á bókahyllini.
 
Bókin kostar 325 krónur í sjáldsama fagurlittari permu.
 
Rithøvundur er Erling Isholm, og Forlagið Màl & Mentan hevur givið út.
 
Í sambandi við bókaútgávuna verður almenn framløga hósdagin kl 10 í Losjuni á Tinghúsvegi 18 í Havn.