Tað sigur í hvussu so er almanakkin. Vit ringdu til Mykinesar fyri løtu siðani at frætta um lunda. Jú, sigur Eddie Lauritsen har vesturi frá, tað var nógvur lundi at síggja á landi í gjárkvøldið, so lundin er rættuliga við at taka við landinum. Lomvigin hinvegin, tók við landinum seinast í februar.




