Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Lurtar ikki eftir vinnulívinum

Jóhann Lützen

Hildið verður fast um afturlatna uppboðssølu, hóast alt vinnulívið er ímóti tí leistinum og mælir til at hava alt opið. Hoyringarfreistin var bert eina góða viku, og hóast Fiskivinnuráðið kortini  megnaði at svara innanfyri ta freistina, verður ikki lurtað eftir svarinum. Landsstýrismaðurin ynskir at selja umleið helvtina á afturlatnari uppboðssølu, og aðalstjórin váttar í kvøld, at tað verður landsstýrismaðurin, ið fær sín vilja.

Sera stutt hoyringarfreist, og innkomnu hoyringarsvarini broyta kortini onki. Tað er niðurstøðan sambært Kringvarpinum, sum í kvøld bar tíðindini um, at uppboðssøluleisturin ikki verður broyttur sambært aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum, Rógva Reinert. Fiskivinnuráðið skrivar annars í hoyringarsvari, at “landsstýrismaðurin má gevast við at brúka vinnuna sum eksperiment”.

Tilsamans skulu góð 6.000 tons av makreli seljast, 52.000 tons av svartkjafti, 40.000 tons av sild og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu í ár. Sambært lógini skal Fiskivinnuráðið hoyrast í málum sum hesum, men greitt er nú, at hoyringarsvarið ikki verður tikið til eftirtektar.

Ráðið og harvið vinnulívið mælir til als ikki at hava uppboðssølu, og í øðrum lagi, um uppboðssøla hóast alt skal vera, so at hon verður opin. Vinnan fýlist á, at landsstýrismaðurin hevur alt ov nógv royndarvirksemi við vinnulívinum, og taka fram sum dømi, at tey 3.000 tonsini í Barentshavinum verða pettað sundur og seld á 6 ymiskum uppboðssølum í ár, og av hesum skulu 76% seljast á afturlatnari uppboðssølu, og ásetta boðið skal rindast.

Funnist verður eisini at, at landsstýrismaðurin ynskir at hava 2 sløg av afturlatum uppboðssølum, eina har øll skulu gjalda somu upphædd, og eina, har vinnandi bjóðararnir skulu gjalda bjóðaðu upphæddina. Vinnan saknar grundgevingar fyri, hví hetta verður gjørt, og heitir inniliga á Landsstýrið um at halda uppat við at eksperimentera so nógv við tí føroyska vinnulívinum. Men fyri deyvum oyrum.

Líkt er tí til, at Fiskimálaráðið bert sendir kunngerðina til hoyringar, tí hoyringin er lógarkravd, og kortini ikki lurtar eftir teimum hoyringarsvarum, sum koma inn. Tilsamans verður tí umleið helvtin av øllum rættindunum seld á afturlatnari uppboðssølu.

Harleyfacadeacryl