Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lyklaleikari heldur fram í Team Klaksvík

Jákup Ósá

Framtíðin hjá lyklaleikara og ungdómsvenjarum er komin uppá pláss.

Tá Norðlýsið síðsta kappingarár hevði samrøðu við formannin, Óla á Gravarbø, segði hann, at Team Klaksvík í David Henigman, sum kom mitt í kappingarárinum 2020/21, hevði verið ein tann størsti fongurin nakrantíð hjá felagnum.

– Tað vísti seg seinni at vera ein tann størsti fongurin hjá Team Klaksvík nakrantíð. Tá hugsi eg um alt felagið og ikki bara besta liðið. David Henigman úr Kroatia kom mitt í kappingini saman við damuni, Ivanu Ilic, og hon hevur eisini verið gull verd fyri okkum. Tey gera eitt framúr arbeiði í ungdómsdeildunum sum venjarar. Tey eru væl dámd og duga væl við ungdóminum. Tey eru í einum flokki, sum vit ikki hava sæð fyrr. Vit hava bara gott at bera teimum, segði Óli.

 

Nú er greitt, at bæði David og Ivana halda fram í Team Klaksvík komandi kappingarár.