Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mads B. Mikkelsen gevur KÍ-miðvøllinum mál og skapandi spæl

Jákup Ósá

Hann hevur longu skorað nógv fleiri mál enn hann gjørdi tilsamans í HB.

22 ára gamli Mads B. Mikkelsen hevur verið ein av bestu leikarunum í føroysku kappingini higartil í ár. Í dag skoraði hann sítt triðja mál í sínum fimm landskappingardystum og harafturat skoraði hann í stórsteypadystinum.

Mads kom til KÍ frá HB, har hann byrjaði á sumri í 2020. Tíðin í HB var nógv merkt av skaðum og í sínum 28 skrásettu dystum á FaroeSoccer skoraði hann eitt mál. Har skal nevnast at eins og í KÍ, so røkti hann fleiri pláss m.a. sum høgri bakkur.

Í KÍ stendur hann skrásettur fyri fýra mál í sjey dystum. Hann gevur KÍ-miðvøllinum mál og skapandi spæl og heldur hann seg skaðafríðan, so bendur nógv á, at hann verður ein lyklaleikari hjá KÍ hetta kappingarárið. Tað hevur hann í øllum førum verið higartil.