Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maður frá Norðurkorea vitjar Vesturkirkjuna

Prestarnir

Týskvøldið, 7. September, kl. 19.00 vitjar Timothy Cho Vesturkirkjuna, har hann kemur at siga frá hendingum í lívi sínum sum kristin í Norðurkorea. Ongastaðni í heiminum, siga frágreiðingar, er tað verri at liva sum kristin enn í Norðurkorea ella at hava aðra meining enn stjórnin í landinum.

Foreldrini hjá Cho máttu flýggja, tá ið hann var smádrongur, og hann endaði úti á gøtuni. Cho hevur sitið 4 ferðir í fongsli og er tvær ferðir flýddur úr Norðurkorea. Ný býr hann í London.

Umframt Cho kemur Rói Norðoy, leiðari í Open Doors í Føroyum at siga frá arbeiði teirra um heimin.

Drekka verður aftaná og høvi at hitta Cho og Róa.

Øll eru vælkomin!

 

 

Harleywoodpaint