Altjóða fyritøkan Shell letur á hvørjum ári virðislønir til samstarvspartnarar, sum tey meta skara framúr hvat viðvíkur heilsu, trygd og umhvørvi. Á ráðstevnu í Amsterdam herfyri vann Magn heiðurslønina Shell HSSE Recognition Award 2018.
Í gundgevingini frá Shell verður dentur lagdur á, at tað hevur hepnast Magn við skynsamum brúki av ómakaleysari tøkni at skapa eitt arbeiðsumhvørvi har øll starvsfólk í sínum ymisku gerandisuppgávum eiga lut í ábyrgdarfulla trygdararbeiðnum. Hetta merkir ítøkiliga, at hvørt annað talan er um tangabilførara, starvsfólk á eini Magnstøð ella eitt skrivstovufólk, so brúka øll eina og somu app til fráboðanir har gerast kann vart við ivasom viðurskifti og vandar, sum í evsta føri kunnu viðføra skaða ella dálking.
Tað er fyri okkum á Magn av alstórum týdningi, at øll okkara starvsfólk eru við til at lyfta og halda eitt høgt trygdarstøði. Vit hava virksemi kring alt landið, vit hava starvsfólk til arbeiðis alt árið og allar klokkutíðir á samdøgrinum og tað er ein sannroynd, at tað eru ávísir váðar knýttir at teimum arbeiðsuppgávum, sum okkara starvsfólk útinna. Í hesum liggur stór ábyrgd og bera vit okkum ikki rætt at, so kann skaði standast við álvarsligum avleiðingum fyri heilsu og umhvørvi. Tað er tí ein stórur heiður fyri okkum sum fyritøku, at Shell, sum í heimshøpi er undangongufyritøka innanfyri trygdarøkið, hevur valt at geva okkum hesa virðisløn sum viðurkenning fyri tað ábyrgdarkenslu okkara starvsfólk vísa innanfyri hesi øki, sigur Johnni Poulsen, stjóri á Magn.




